Um H.J. Asfalt

H.J. Asfalt Sp/f bleiv stovna í 13 mars 2003, av Jóhannes Rasmussen, Søldarfjørður, og Hera Jacobsen, Klaksvík. Jóhannes Rasmussen hevði tá arbeitt fleiri ár í asfalt og líknandi arbeiði. Jóhannes var lastbilastjóri og hevði fasta koyring hjá táverandi landsverkfrøðinginum (LV). Arbeiðið umfataði tá mest flutning av asfaltið og asfaltmaskinum, men av og á arbeiddi hann á asfaltholdinum. Tá tíðinar fyrst í 90'inum versnaðu og koyringin við lastbili minkaði, valdi hann at taka av arbeiðinumm sum førari á fresarnum hjá LV. Hetta arbeiði umfataði mest klárgering av vegum áðrenn asfalt var lagt á. Her nam hann sær kunnleika til tað sum krevst áðrenn asfalt verður lagt á. Í 1999 fekk hann so møguleikan at royna seg aftur í asfaltinum og í 2003 valdi hann so at stovan H.J. Asfalt saman við Hera Jacobsen.